Sleppa tjekka inn allan dagin

- Tað hevur verið ein ávís orsøk millum ferðafólk, at tey ikki sleppa at tjekka inn allan dagin, og serliga hetta her, at man gongur á flogvøllinum í fleiri tímar og ikki sleppa av við viðføri. Sostatt hava vit ynskt at sleppa yvir í terminal trý har SAS er, og sleppa brúka tað, ið kallast baggage drop, so fólk sleppa av við viðføri allan dagin.


Tað sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantic Airways, í samrøðu við Rás 2, har hann eisini upplýsir at tað er høvuðsorsøkin til, at Atlantic Airways nú skiftir úr terminal tvey til trý í Kastrup.


Ferðslusamskiparin upplýsir eisini, at broytingin kom rættiliga brádliga. Ætlanin var, at broytingin skuldi henda í heyst, men í staðin kunngjørdi flogfelagið í gjár, at broytingin hendi alt fyri eitt.


Terminal trý er terminalurin, ið liggur nærmast tokunum og metroini.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á myndina.