Hvørjar avleiðingar fer tað at fáa fyri heilsuverkið, verður uppskotið samtykt um at loyva samkyndum hjúnum at giftast í Føroyum.
Tað vil Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, nú hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at greiða frá.
Í hesum sambandi við Bill Justinussen hava at vita, um gift samkynd pør, fara at hava somu møguleikar at fáa eftirgjørdan gitnað, sum hjún hava nú – og um tað almenna fer at rinda fyri hetta.
- Fer heilsuverkið at bjóða burðarmammur og sáðgevara fram fyri almenna rokning, fyri at hjálpa giftum samkyndum at fáa børn, spyr hann eisini.
Og hann vil sonuleiðis hava at vita, um børn, sum eru gitin sum omanfyri nevnt, fáa tryggjaðan rætt til at kenna síni kynforeldur?
Og somumeiðis vil tingmaðurin hava at vita um gift samkynd fara at kunna ættleiða børn eftir somu skipan, sum hjún hava nú.
Bill Justinussen vísir á, at nú Løgtingið viðger uppskot um at loyva samkyndum at giftast, hevur verið ført fram, at rættindini hjá børnum eru ikki nóg væl lýst.
- Føroyar hava tikið undir við altjóða barnarættindasáttmálanum, har dentur verður lagdur á, at børn altíð hava rætt at vita, hvørji foreldur teirra eru, og í mest møguligan mun, at kenna tey.
- Í okkara grannalondum hevur tað víst seg, at hesi atlit ikki altíð eru fylgd, tá ið samkynd fáa børn.
- Tí er ikki óhugsandi, at slíkir trupulleikar fara at gerast veruleiki í Føroyum, sigur Bill Justinussen.