Sleppa nú frá at renna kapp til stikkontaktirnar

Nú verður eisini stuttligari hjá børnum at sigla við Smyrli

Seinnapartin í dag fer Smyril aftur í sigling eftir at hann hevur verið á skipasmiðju í Danmark til eftirlit. Men hesa tíðina hava tey eisini brúkt til at gera ymsar ábøtur umborð fyri at lætta um hjá ferðafólki. Ein av stóru trupulleikunum umborð á Smyrli hava verið at har eru so vælsignað fáar stikkontaktir, so teir túrarnar nógv fólk er við, hevur tað verið ein sonn kapprenning fyri at lukkast at fáa pláss við eina stikkontakt.

 

Nú er tann trupulleikin av, tí nú eru stikkontaktir við at kalla hvørt borð og hvørt stólarað. Í hvørjari kontakt er ikki bara kontakt til vanligar stikkarar, men eisini bæði USB stikk og USB-C stikk og tær standa um alt skipið.

 

Umborð eru eisini fleiri nýggj borð, og fleiri koma afturat, sum verða sett upp so við og við. Umborð verða eisini væl fleiri sjónvarpsskíggjar runt um í skipunum og fleiri vindeygakarmar eru nýggir. Serliga hjá børnum verður tað eisini stuttligari at sigla við Smyrli nú, tí tey trý spæliplássini eru eisini gjørd nógv betri og stuttligari við øllum møguligum, eisini virknistalvum.

 

Vit vóru umborð á Smyrli miðdegi í dag, tá ið tey rokaðust við at gera hann siglingarkláran. Vørur skuldu fyllast á hillarnar í kioskini, har varð støvsugað og rudda í salongunum og eisini niðri á biladekkinum, sum nú er ljósagrátt, varð nógv at gera. Tey kundu ikki siga við vissu um tey verða liðugt til nú Smyril skal tann fyrsta túrin, men uttan iva fara ferðafólk at bera yvir við teimum, tí tað er betri at hann kemur í sigling, heldur enn at alt ikki er sum blást umborð.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##