Sleppa nú at taka støðu til hvussu bygdin skal eita

Tað eru ikki øll, sum føla seg heima í Skálabotni og tí vilja tey hava, at bygdin skal broyta navn

Skal bygdin eita Skálabotnur ella Skálafjørður? Tað er spurningurin, tey, sum búgva innast í Skálafirði, nú skulu taka støðu til. Og tað skulu tey taka støðu til á fólkaatkvøðu á sjálvari grækarismessu, tann 12. mars, sum er ein týsdag í ár.

 

Sum vit hava skrivað fyrr, eru tað summi fólk í bygdini, sum ikki vilja kennast við navnið, Skálabotnur, tí tey siga, at bygdin hevur altíð itið Skálafjørður, og tað skulu tey so atkvøða um grækarismessudag.

 

 

Les meiri um tað her: Vilja hava fólkaatkvøðu um hvussu bygdin skal eita

 

 

Runavíkar Kommuna skrivar á síni heimasíðu, at fólkaatkvøðan verður í skúlanum í bygdini og øll, ið eru staðsett í bygdini og sum lúka treytirnar um valrætt til býráðsval, hava rætt til at velja. Á atkvøðuseðlinum eru bara tveir møguleikar og bara annar skal veljast, anntin Skálafjørður ella Skálabotnur. Á atkvøðuseðlinum verða veljararnir spurdir:

– Skal bygdin eita Skálafjørður?

– Skal bygdin eita Skálabotnur?

 

Aftanfyri hvønn av spurningunum verður ein kassi, har veljarin kann seta kross. Bara annar møguleikin kann veljast. Verður hendan mannagongd ikki fylgd, tekur valstýrið støðu til, um viðkomandi atkvøða er gildug ella ikki. Atkvøtt kann eisini vera við brævatkvøðu og tá ið valið er liðugt, verða atkvøðurnar taldar beinanvegin.