Sleppa ikki undan at fáa 60.000 lastbilar ígjøgnum Havnina

Hin loysnin er ov tvørlig, sigur landsstýrismaðin í Fíggjarmálum

Tað sær ikki út til at havnarfólk sleppa undan at fáa einar 60.000 lastbilar eftir vegnum ígjøgnum Havnina. Tað skilst á øllum brøgdum, nú Løgtingið viðger fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Runavíkar Kommuna hevur gjørt avtalu um at fáa 300.000 kubikk av gróti úr Sandoyartunlinum, og ætlanin er, at tað skal førast av Gomlurætt til Runavíkar, í lastbilum.

Tað hevur verið upplýst, at tað svarar til einar 30.000 lastbilar av gróti, sum skulu koyra av Gomlurætt, ígjøgnum Havnina, til Eysturoyartunnilin á Hvítanesi á veg til Runavíkar. Men so skulu hesir somu 30.000 lastbilarnir koyra tómir aftur úr Runavíkar ígjøgnum Havnina, á Gomlurætt.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, upplýsir fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at Runavíkar kommuna fær grótið aftur fyri at rinda fyri flutningskostnaðin og aftur fyri at rinda bummgjaldið fyri at lastbilarnir koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

– Samráðingar vóru eisini við Tórshavnar kommunu um eina minni nøgd av gróti til bátahyl í Álakeri, men tær samráðingarnar bóru ikki á mál, sigur hann.

Tað hevur vakt eina ávísa mótstøðu í Havnini ímóti at fáa so nógvar lastbilar eftir vegnum og fleiri hava kravt, at grótið verður siglt av Gomlurætt til Runavíkar.

Jørgen Niclasen sigur, at hesin møguleikin hevur verið umrøddur, men tað sær út til, at tað verður alt ov trupult.

– Tað er ikki pláss fyri einari størri goymslu av gróti niðri á Gomlurætt, sigur hann. Hann leggur afturat, at harumframt er eisini nógv annað virksemi á Gomlurætt, tí bæði Teistin og Hasfjord brúka bryggjukantin allan dagin, og sambandið í Sandoynna kann ikki skerjast. Tað fer eisini at avmarka møguleikarnar, at hava smábátahavnina og landstøðina til alinginga á Gomlurætt.

– Ein avbjóðing við at sigla grótið, er, at grótið skal førast um Kirkjubønes og har kann vera ringt veður.

Samanumtikið er tunnilsfelagið tí komið til ta niðurstøðu, at tað ikki er møguligt at flyta grótið við grótbáti, sigur Jørgen Niclasen.