Tað er verjuavtalan, sum USA og Danmark gjørdu í 1951, sum ger, at hvørki danskir ella grønlendskir myndugleikar sleppa at kanna tey amerikonsku flogførini, sum seta seg í Thule. Eftir avtaluni hava amerikonsk flogfør óavmarkaðan rætt til at flúgva í loftrúminum yvir Grønlandi og at seta seg á landi.
Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, sigur við Information, at hetta er heilt burturvið, og at grønlendingar eiga at sleppa at stýra sínum uttanríkispolitikki sjálvir. Hann vísir á, at soleiðis sum støðan er, kunnu amerikanararnir ekkaleysir brúka flogvøllin í Thule til at flyta fangar, kjarnorkuvápn ella til okkurt annað ólógligt endamál.
John Blågreen, sum starvast á støðini í Thule sum samskiftismaður ímillum amerikonsku støðina og donsku verjuna, sigur við Information, at danskir myndugleikar kunnu ikki kanna eitt amerikanskt hernaðarflogfar, sum lendir í Thule, uttan at teir amerikonsku myndugleikarnir geva neyðugt loyvi til kanningina. Tað sama sigur Niels Ole Markussen hjá donsku verjuleiðsluni við blaðið.
Lars Emil Johansen er sera misnøgdur við, at amerikanararnir hava alt eftirlitið við støðini í Thule.
Sum eitt hjáland
-Vit ána ikki, hvat hendir á Thule Air Base, tí danir gera avtalur við amerikanarar uttan at spyrja okkum eftir. Tað kann tí væl vera, at teir hava kjarnorkuvápn ella fangar umborð á flogførunum, uttan at vit fáa tað at vita, sigur fólkatingsmaðurin, sum eisini er fyrrverandi landsstýrismaður. Hann sigur seg eisini ivast í, at tann danska stjórnin raðfestir grønlendsk áhugamál serliga frammarlaga, tá hon ger avtalur við amerikanararnar.
-Tað er helst meiri umráðandi hjá stjórnini at røkta tað góða sambandið við USA, sum Danmark jú er í kríggi saman við í Irak, sigur Lars Emil Johansen.
Lars Emil Johansen heldur, at grønlendingar fáa ikki betri eftirlit við støðini í Thule, fyrr enn Grønland sleppur at stýra sínum uttanríkispolitikki sjálvt. Hetta er eisini eitt krav, sum fleiri grønlendskir politikarar hava reist í sambandi við orðaskiftið um fangaflutning hjá CIA.
-Tá tað snýr seg um uttanríkispolitikkin, er Grønland framvegis eitt hjáland, sigur Lars Emil Johansen við Information.