Tað skal vera nógv lættari hjá føroyingum at keypa vørur á internetinum. Tað heldur Posta.
Nú Posta hevur latið ársfrágreiðingina fyri í fjør úr hondum, verður víst á, talið á postpakkum er vaksandi og tað er helst eitt úrslit av, at føroyingar eru farnir at keypa meiri á internetinum.
Men í Føroyum er støðan tann, at verður keypt fyri meiri enn 300 krónur, íroknað farmagjaldið, skal mvg og møguligur tollur og onnur gjøld rindast av sendingini.
Tað merkir, at verður keypt fyri 299 krónur, íroknað farmaghaldi, er einki avgjald. Men verður keypt fyri 301 krónu, íroknað farmagjaldið, kemur mvg og onnur gjøld á og tá kann vøran snilt kosta omanfyri 400 krónur.
Posta heldur, at hetta er ein skipan, sum í stóran mun forðar føroyingum í at keypa á netinum.
Tí mælir Posta til, at hetta hámarkið verður hækkað upp í minst 2,500 krónur Tað hevði av álvara givið føroyingum møguleikan at keypa úr øllum heiminum, heldur Posta.
Posta vísir eisini á, at tey, sum ferðast til og úr Føroyum, kunnu hava fyri upp til 2.500 krónur í tollfríum vørum við sær.
Posta heldur ikki samsvar vera millum hesi markini, men heldur, at tey skulu vera eins, sigur Posta í ársfrágreiðing síni.
Fólk, sum keypa nógv á internetinum, vísa á, at í Danmark er einki minstamark, tí har verða momsur og avgjøld goldið at hvørjari krónu, sama, hvussu lítið keypið er.
Tey halda eisini, at eitt hámark á minst 2500 krónur, sum Posta skjýtur upp, er rættiliga veruleikafjart.
- Tað fer at gera, at tað ber til at keypa fartelefonir á internetinum, uttan at rinda mvg ella onnur avgjøld. Tá fer tað eisini at bera til hjá teldukønum at innflyta eina heila teldur í smáum, uttan at rinda mvg og onnur avgjøld, og so seta hana saman í Føroyum.
|