Sleppa aftur at verma seg við koli úr Hvalba

Eftir at driftin hevur ligið still í eitt heilt ár, verður nú aftur farið undir kolagrevstur í Hvalba og eftirspurningurin er stórur

Um nakrar vikur fara teir aftur at høgga kol í Hvalba.

Tað eru tíðindi, sum mong hava bíðað eftir, tí eftirspurningurin eftir koli er stórur.

Men nú er tað eisini eitt ár síðani, at tann seinasti kolamolin varð høgdur í Hvalba og síðani hevur onki kol verið at fáa.

Og nú teir aftur fara at høgga kol, verður tað í eini nýggjari minu undir Prestfjalli, sigur Poul Laust Christiansen, stjóri í Roynds Kolasølu.

Tað hevur leingi verið greitt, at dagarnir fyri kolagrevstri í gomlu minunum undir Hvalbiarfjalli, vóru taldir, tí har var so lítið kol at fáa, at tað var meiri møði enn føði.

Tí fóru tey fyri einum fimm, seks árum síðani at kanna møguleikarnar fyri at gera eina nýggja minu og eftir jarðfrøðiligar kanningar hevur tað víst seg, at tað er heilt fitt av koli í Prestfjalli.


Gingið strilti

Síðani hava teir arbeitt við at fáa einu minu har, men tað hevur gingið strilti.

Eitt er, at eitt sindur av vegi skuldi gerast.

Verri hevur verið, at tað hevur gingið illa at fáa inntakið til nýggju minuna, tí tað hevur riðið í aftur so hvørt, teir hava grivið.

Men nú hava teir so fingið ein portal úr stáli lagaliga til keyps frá Landsverki fyri 40.000 krónur og í gjár kom fyrri parturin av honu suður til Hvalbiar.

Portalurin er í fýra pørtum upp á tríggjar metrar hvør og hin helvtin kemur suður fyrsta dagin.

Um eina viku verður so farið at grava fyri inntakinum. Tað er nakað nógv at grava, tí tað eru eini 4000 kubikk, sum skulu gravast burtur. Men um nakrar vikur verður klárt at seta portalin so settur upp.

Poul Laust Christiansen væntar, at sostatt skuldi sjálvur kolagrevsturin kunna byrja um einar tveir mánaðir.

Hann leggur afturat, at í nýggju minuni er kolalindin einar fýra ella fimm ferðir tjúkkari enn í teirri gomlu minuni, so tað verður ein heilt onnur og meiri lønandi drift.


Langur bíðilisti

Hinvegin verður eisini umhugsað at fara yvir aftur í gomlu minuna at taka eitt sindur fyri at lætta tað ringasta trýstið á eftirspurninginum, til grevsturin úr nýggju minuni er byrjaður.

Og eftirspurningurin er stórur.

Stjórin í Roynds Kolasølu sigur, at bíðilistin er langur og dag og dagliga verður ringt úr øllum landinum eftir koli.

Enn eru tað nøkur hús í landinum, sum bara hava kol at líta á

Hann sigur, at nú kol verður aftur at fáa, verður fyrst og fremst hugsað um tey, , tí tað eru nevniliga framvegis nøkur húski í landinum.

Annars verður roynt at javna sum frægast, so at so nógv sum gjørligt, fáa eitt sindur og so verða bíleggingarnar avgreiddar heilt, tá ið rættilig ferð er komin á nýggju minuna.


Ferðafólkavinarlig

Kolaminurnar í Hvalba hava í nógv ár verið væl umtókt ferðamál og ætlanin er at gera hesa nýggju minuna meiri ferðafólkavinarliga.

Eitt nú er ætlanin at fáa streym og elektriskt ljós í minuna.

Men tað, teir eru mest spent upp á, er, at ætlanin er at grava minuna tvørtur ígjøgnum fjallið og útaftur í berginum vestanfyri, tað er í Skorðunum, teir kalla.

- Tað verður uttan iva nakað, vit kunnu brúka í ferðavinnuhøpi, sigur Poul Laust Christiansen.

Akkurát, hvussu tey skulu skipa hetta ferðamálið, hava tey ikki gjørt sær greitt. Men fáa tey eitt hol mitt í berginum, ivast tey ikki í, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr tí í ferðavinnuhøpi, tí útsýnið haðani er rættiliga stórfingið.