Talan er um eitt kirkjukór hjá Lagafellsokn í Mosfellsbær í Íslandi. Tey syngja við ymisk høvi í tveimum ymiskum kirkjum í Mosfellbær.
Harafturat hava tey eisini sungið til nøkur serlig hátíðarlig høvir, bæði í Íslandi og uttanlands.
Kórið, ið hevur seksti ár á baki, hevur 24 sangarar og ein til tveir solistar. Urguleikarin og kórleiðarin er Arnhildur Valgarðsdóttir.
Formaðurin er Valgerður Magnúsdóttir. Kórið hevur verið víða um og hevur framført í eitt nú Italia, Írlandi, Danmark, Ungarn og eisini í Kanada.
Vinarlagið landana millum og ríki sangskattur føroyinga hevur leitt mong dugnalig føroysk tónlistarfólk til Íslands gjøgnum árini til stóra gleði fyri okkum her í Íslandi, sigur kórið.
Sum tøkk fyri hetta er kórið nú í Føroyum og framførir í dag klokkan 15.00 í Tilhaldinum í Tórshavn.