Tað eru ikki meira enn nakrir fáir dagar síðan, at tað var greitt, at íslendska flogfelagið Wow Air var á gáttini til at fara á húsagang. Í dag eru allar fráferðir og komur hjá felagnum avlýstar, sambært Check-in.dk.
Tí standa tað í løtuni sjey flogfør hjá Wow Air í USA og Kanada, og eru tey ikki farin har frá enn, síðan tey lendu í gjár. Haraftart hevur ein Airbus A321 200neo staðið á flogvøllinum í Keypmannahavn síðan í gjár.
Wow Air hevur seinastu fýra mánaðirnar verið í umfatandi stríði, har felagið til fánýtis hevur roynt at funnið íleggjarar. Samráðingar við aðrar partar sum eitt nú Icelandair og Indigo Partners eru blivnar til einkis.
Felagið hevur boðað teimum, sum hava keypt billett, frá, at tey kunnu fáa sínar pengar aftur ella broyta flogferðaseðilin til næsta tøka túr.