Vífilfell er størsti sodavatnsframleiðari í Íslandi. Síðan 1942 hevur Vífilfell, sum ein tann fyrsta fyritøkan í Evropa, havt avtalu við Coca-Cola um at tappað Coca-Cola, Fanta, Sprite og aðrar sodavatnsdrykkir hjá Coca-Cola samtakinum. Umframt sodavatn, so framleiðir Vífilfell eisini nógvar aðrar drykkir m.a. eisini Svali, sum føroyingar jú kenna sera væl. Vífilfell bryggjar eisini øl og kennast flestu føroyingar eisini við ølina Víking, sum eisini er mest selda øl í Íslandi.
Guðjón Guðmundsson, Marknaðar- og Sølustjóri á Vífilfell sigur, at Vífilfell altíð hevur lagt stóran dent á at verða við í menningini av mentunar- og tónleikatiltøkum sum t.d. Jóansøkufestivalinum. Ikki minst er Jóansøkufestivalurin áhugaverdur fyri okkum, tí talan er um ein tiltak, sum røkkir út um landoddarnir í Føroyum, sigur Guðjón Guðmundsson.