Íslendskir bankastjórar dømdir í fongsul

Lárus Welding og Guðmundur Hjaltason, sum vóru ávikavist forstjóri og deildarstjóri í bankanum Glitnir, vórðu í gjár dømdir í fongsul í níggju mánaðir, harav seks mánaðir eru treytaðir. Revsingin var nógv linari, enn ákæruvaldið kravdi, og kravið haðani var, at Lárus Welding sum hálvt sætta ár í fongsul og Guðmundur Hjaltason fimm ár.

Lárus Welding (myndin) og Guðmundur Hjaltason vórðu dømdir fyri at hava veitt fyritøkuni Milestone 102 milliónir evrur í láni tann 8. februar í 2008, uttan at veð ella trygd var fyri láninum. Teir vórðu eisini dømdir fyri at hava játtað lánið uttan at leggja málið fyri ta serligu váðanevndina hjá bankanum fyrst. Bankin misti meginpartin av pengunum.

Báðir noktaðu seg sekan.