Manslandsliðið hjá Íslandi er útsligið úr OL eftir eina sera spennandi fjórðingsfinalu ímóti Ungarn, sum kravdi tvær ferðir longda leiktíð áðrenn avgerðin fall.
Ísland var aftanfyri 16-12 í hálvleikinum og kom eisini afturúr 17-12 í seinna hálvleiki, áðrenn fimm mál á rað fingu Ísland upp á javnt. Ungarn fekk tó aftur nakrar teprar leiðslur, áðrenn innskifti málverjin, Hreiðar Levy Guðmundsson, vísti stórspæl, somuleiðis sum 22 ára gamli Aron Pálmarsson tók ábyrgd í álopspartinum og gjørdist toppskjútti í seinna hálvleiki.
Ungarn var á odda 26-24 tá ið fimm minuttir vóru eftir, men Ísland kom upp á javnt 26-26, og tá ið Ungarn í somul løtu fekk útvísing, fekk Ísland yvirtakið og hevði tá ið bara 15 sekund vóru eftir møguleika at leggja seg á odda 28-26 umvegis brotskast, men tá ið Snorri Guðjónsson misnýtti, vóru ungarar kvikir í mótálopinum og við útjavning til 27-27 fimm sekund fyri leiklok tryggjaðu teir sær longda leiktíð.
Eftir fyrstu fimm minuttirnar í longdu leiktíðini stóð á jøvnum 29-29, og somuleiðis á jøvnum 30-30 tá ið næstu fimm minuttirnir vóru spældir. Tískil mátti enn ein longd leiktíð til. Ungarn var á odda 33-31 eftir henda fyrsta hálvleikin, og eftir sera hendingarríkan dystarenda vann Ungarn 34-33. László Nagy gekk aftur á odda hjá Ungarn hesaferð og gjørdist toppskjútti við níggju málum.
Ungarn møtir vinnaranum av Danmark og Svøríki, sum spæla sína fjórðingsfinalu í kvøld kl.18.00.