Íslendski fiskiflotin er nógv minkaður

Minkandi toskakvotan undir Íslandi hevur við sær, at fiskiskipaflotin eisini minkar Seinastu mánaðirnar er talið av stórum og miðalstórum íslendskum fiskiførum minkað við tilsamans 58 skipum.

Samlaða talið av hesum skipum í dag er 709.

Orsøkin til minkingina í skipatalinum sigst vera, at toskakvotan undir Íslandi er minkað við út við 60.000 tonsum seinastu árini.

Tað er Fiskerforum, sum ber hesi tíðindi.

Helmingurin av íslendska fiskiflotanum fiskar til havs, meðan hin helmingurin fiskar nærri landi, skrivar Fiskerforum.