Vinnulív
Íslendingar hava seinastu tíðina arbeitt við at gera eina stóra fiskamjølsverksmiðju í Hetlandi. Fyri einar 100 mió kr. ætlar íslendska Sildarvinnslan at byggja eina stóra verksmiðju á Sullum Voe. Samstundis vilja lokalu myndugleikarnir á staðnum nýta góðar 60 mió kr. til havnaútbygging, soleiðis at rúm verður fyri stóru nótaskipunum, sum ætlandi skulu avreiða á staðnum. Ætlaða framleiðslan hjá virkinum verður søgd at vera 100.000 tons av fiskamjøli um árið.
Kanna umhvørvisárin
Men hóast kommunalu myndugleikarnir hava verið positivir mótvegis ætlanini, so er eisini ávís mótstøða at hóma.
Friðingarmyndugleikarnir hava nevnliga stafðest, at tað kemur ikki upp á tal at byggja slíka verksmiðju, fyrr enn møgulig umhvørvisárin eru kannað.
Økið kring Sullom Voe er friðað - millum annað vegna serstaka fuglalívið á staðnum. Sagt verður, at ein slík verksmiðja væl kann oyðileggja náttúrliga fuglalívið á staðnum, tí hópur av øðrum fuglasløgum helst fer at blanda seg, verður ein slík verksmiðja bygd. Hartil er eisini ætlanin at kanna, hvussu ein slík verksmiðja fer at ávirka umhvørvis- og ljóðdálking á staðnum.
Umboð fyri hetlendsku myndugleikarnar siga, at íslendska felagið í fyrsta lagi kann rokna við svari tíðliga í summar.
Roknað verður við, at verður íslendska ætlanin veruleiki, kann hetta gerast ein heilt álvarslig hóttan móti eitt Havsbrún í Fuglafirði.