Íslendska stjórnin samtykti í dag uppskotið frá forsætisráðharranum um at stuðla føroyskari bjarging. Tað sigur íslendska kringvarpið, RUV. Talan er um seks milliónir íslendskar krónur.
Fimm av íslendsku milliónunum skulu brúkast til útbúgving og menning av føroyskari bjargingartænastu, sum verður veitt í samstarvið við føroysku bjargingarfeløgini. Ein partur skal brúkast til skeiðsvirksemi í Íslandi fyri føroyskum bjargingarfólkum.
TÝST HER fyri at síggja kykmynd frá RUV, eitt nú samrøðu við Regin Hammer, stjóra á Tryggingarfelagnum Føroyar og Jens Hansen, frá Havnar Bjargingarfelag.