Íslendska stjórnin setir »prís« uppá OL-silvurið

Ìslendska ríkisstjórnin letur 50 miljónir íslendskar krónur til íslendska hondbóltssambandið

OL

 

Íslendska ríkisstjórnin hevur samtykt at lata íslendska hondbóltssambandinum, HSÍ eina játtan, sum ljóðar uppá 50 miljónir íslendskar krónur. Í okkara peningi er talan um uml. 3 miljónir krónur. Einar Torvarðarson frá HSÍ sigur við Dagblaðið Vísir, at tað hevur sera stóran týdning fyri HSÍ, tí tey hava nógvar útreiðslur av minniligu ferðini hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti.

- Við játtanini frá íslendsku ríkisstjórnini fara tey í HSÍ at megna at fáa endarnar at røkka saman, sigur hann.

Einar Torvarðarson sær eisini uppá játtanina, sum eina viðurkenning fyri tað góða arbeiðið, sum HSÍ hevur staðið fyri gjøgnum árini. Hann heldur, at peningurin fer eisini at hjálpa HSÍ at halda gongd í yngru landsliðunum. Haraftrat fær HSÌ eisini meir enn 20 miljónir íslendskar krónur frá eini landsumfatandi innsavnan. So íslendski almenningurin setur eisini prís uppá tað bragdið, sum Óli Stef, Fusi og hinir landsliðspælarnir hava framt í Beijing.