Íslendska kallakórið Jøkull av Hornafjørðinum, ið telur 43 mans, kemur á sangvitjan frá leygadegnum 17. mai til og við hósdagin 22. mai.
Kallakórið Jøkul var stovnað á bóndafundi, sum varð hildin í Austur- Skaftafellssýslu í 1972.
Sigurjón Bjarnason stjórnaði kórinum frá fyrsta degi 4. januar í 1972 til hann legði frá sær í 1992. Síðani hevur Jóhann Morávek verið kórleiðari, meðan Guðlaug Hestnes hevur syrgt fyri undirspælinum á klaver.
Kallakórið Jøkul hevur ferðast víða, teir hava hildið konsert í øllum norðurlondunum og í Italiu. Kallakórið hevur eisini hildið konsertir saman við íslendska synfoniorkestrinum.
Í 1999 gav mannskórið eina fløgu út í ber heitið »Í jøklana skjóli«.
Nógvir av limunum hava havt samband við føroying-ar, tá teir hava vitjað á Hornafjørðinum, har teir flestu kórlimirnir búgva.
Sunnudagin 18. mai syngur kallakórið Jøkul við guðstænastuna í Vesturkirkjuni. Kl. 20:00 sama kvøld hevur mannskórið sína fyrstu konsert á Føroyavitjanini í Vesturkirkj-uni.
Næsta konsertin hjá kallakórinum verður í Fuglafirði týsdagin 20. mai kl 20:00. Mikudagin verður farið til Suðuroyar við kórinum har seinasta konsertin verður hildin.
Kallakórið Jøkull ferð heim aftur við leigu-flogfarið til Hornafjarðar í Íslandi hósdagin 22. mai.