TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað ógvuliga hugtakandi løtuna aftaná 5-0 stórsigurin hjá KÍ á Skála fyrr í kvøld.
Hetta var løtan, tá stóra áskoðarafjøldin hjá KÍ við "Bláu Bylgjuni" á odda gjørdi íslendska huh-klappið saman við KÍ-leikarunum. Talan var um eina ótrúliga flotta og stemningsfulla løtu, har samvirkanin og samsinnið var stórt millum leikararnar og fjeppararnar.
So er bert spurningurin um Víkingur og NSÍ fara at megna at oyðileggja veitsluna hjá KÍ. Tað fara tey seinastu átta umførini í effodeildini at vísa.










