Íslendingarnir svumu skjótari

Svimjing - Íslendingarnir vunnu greitt landsdystin móti føroyingum í vikuskiftinum

98 stig til Ísland. 80 stig til Føroyar.
Tað var endiliga úrslitið í lands­dystinum millum Ísland og Før­oyar, sum varð avgreiddur í Laugar­dalslaug svimjihøllini í Reykjavík leygardagin.
Tað var skjótt greitt, at ís­lend­ingar fóru at vinna.
Shaila millum Garðarnar, Pauli Ø. Mohr, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal noyddust at geva avboð, orskað av arbeiði og øðrum. Kári á Høvd­anum og Mona Simonsen, sum áður hava umboðað Føroyar í al­jtóða høpi, eru givin at svimja, og tí vóru tey ikki við.
Ísland hevði allar svimjararnar, sum eru ovast á styrkislistanum í Íslandi, tøkar.
Føroyski hópurin var ungur. Tríggir vóru seninorar, fimm vóru juniorar, og hini átta eru eitt, tvey og trý ár undir veruligan junioraldur.
Ísland hevði 11 seniorar, tríggjar juniorar og tveir undir veruligan junioraldur í sínum hópi.

Vunnu greitt
Tað vóru oftast fleiri sekund, sum skiltu íslendingarnar frá føroy­ing­unum.
Føroysku svimjararnir gjørdu hinvegin bart í liðsvimjingini á átta ferðir 50 metra frí. Tað var strævn­asti teinurin í lands­dystinum.
Næstbesta liðið hjá Ísland varð kolldømt, og Føroyar áttu tí ovasta og triðbesta liðið í hesi kapp­ingini. Ísland misti øll síni stig, sum næst­besta liðið upprunaliga tryggj­aði teimum.
Samanumtikið var íslendenski sigurin greiður. Í støðum var klassa­munur. Serliga á breiddini vann Ísland fleiri stig. Tað sást serligt, tá bæði liðini vunnu hvør sínar seks ein­staklingakappingar, og vinn­andi stigini komu tí frá hinum pláss­unum og liðsvimjingunum.

Vunnu seinast
Tað er hinvegin ikki meira enn eitt ár síðan, at Føroyar vunnu samlaða landsdystin móti Íslandi. Tað var í Gundadali í Havn. Tá var úrslitið 101-79.
Tað er longu nú greitt, at liðini hittast aftur í oktober í 2011 í svimji­høllini í Gundadali.