Íslendingar vilja so gjarna hjálpa føroyingum

- Tey vilja geva aftur tað, sum vit áður hava givið, sigur føroyski sendimaðurin í Reykjavík.

Tá ið íslendingar frættu um ódnirnar, sum herjaðu klettarnar um jóltíðir, vóru teir skjótir á avtrekkjaranum við ynskinum um at stuðla.

 

Ein privat innsavning varð sett á stovn, sum hevði til endamáls at heita á íslendingar, um at lata eitt oyra til føroyingar.

 

Samstundis hevur íslendska stjórnin vent sær til landsstýrið við tilboðið um fíggjarligan stuðul. Tað er hetta seinna tilboðið, sum føroyingar hava takkað nei til, men privata innsavningin er vælkomin.

 

Orsøkin til stóra íslendska hjálpsemi er, at mangir av stigtakarunum sjálvir hava verið raktir av náttúru tengdum kreppum áður, har teir hava móttikið stuðul úr Føroyum. Og samstundis eru fleiri teirra, sum nú standa á odda fyri innsavningini, kendir sum Føroya vinir og hava verið ein hollur stuðul fyri føroyingar, tá ið á hevur staðið.

 

- Íslendingar vilja sera fegnir stuðla føroyingur, sigur Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Reykjavík.

 

Hann vísir á, at hetta málið hevur fylt sera nógv í Íslandi av somu orsøk, og sum skilst hevur innsavningin longu skaffað nakað av peningi til føroyingar.

 

- Tónin her er, at íslendingar hava sjálvir merkt, hvussu vinarlagið úr Føroyum kann hjálpa teimum, og nú vilja teir geva aftur, sigur Petur Petersen.

 

- Í miðlunum hava summi sagt, at føroyingar og íslendingar eru ikki einans frændur, teir eru brøður og systrar, sigur Petur Petersen.

 

Hann hevur verið á fundi við privata innsavningarbólkin og sum skilst er ætlan teirra,  at peningurin skal fara til at stuðla bjargingafeløgum í Føroyum, so at hesi kunnu vera trygg, menna førleikar og útgerð framyvir.

 

Her heima er tað fallið mongum fyri bróstið, at landsstýrið takkaði nei til tilboð um fíggjarligan stuðul úr Íslandi. Men Petur Petersen sigur, at bland er komið í privatu innsavningina og almenna fyrispurningin um stuðul, men at íslendingar ikki hava misskilt støðuna.

 

- Landsstýrið hevur takkað nei til almennan stuðul, men privata innsavningin er vælkomin. Tað vita íslendingar og tí hevur eingin tikið boðini úr Føroyum illa upp, sigur Petur Petersen, sendimaður í Reykjavík.

 

Sí meira um íslendsku innsavningina her: www.facebook.com/faereyjar/;