Íslendsk skip hava bara fiskað svartkjaft í ár, og næstan helmingurin av samlaðu veiðuni hjá íslendingum í ár er fingin til høldar í september. Íslendsk skip hava fingið 69.300 tons í ár, harav 29.100 tons í farna mánaða.
Samlaða veiðan hjá útlenskum fiskiførum í september er 33.487,7 tons. Íslendingar eiga nógv tann størsta partin, meðan russar hava fiskað næstmest. Russar hava veitt 2393,7 tons av svartkjafti, og hetta er eisini samlaða veiðan hjá russiskum skipum í september umframt fimm tons av kongafiski.
Skip úr ES-londum hava veitt 1989 tons í føroyskum sjógvi, meðan onnur skip hava fingið 31498,7 tons í september. Av skipunum úr ES-londum hava donsk fiskifør fiskað mest. Teirra veiða er 1545 tons, og tað er alt svartkjaftur.
Restina eiga Bretland og Frankaríki, sum hava fingið ávikavist 194 og 250 tons. Størsti parturin av fronsku veiðuni er langasporl, sum teir hava fingið 148,8 tons av. Størsti parturin av veiðuni hjá bretskum skipum er 61,8 tons av kongafiski. Restin er fyri tað mesta upsi, svartkalvi, flat fiskur og langasporl.
Íslendingar hava havt flestar fiskidagar í september. Í 206 dagar hava teir veitt 29.100 tons. Russar hava havt 55 fiskidagar. ES-londini hava havt 162 fiskidagar tilsamans. Bretland eigur teir 78, meðan Frakland hevði 64 og Danmark 20.
Veiðan hjá útlendskum fiskiførum er nú komin uppá 225.373,6 tons í ár, og nýttir eru tilsamans 5215 fiskidagar. Av samlaðu veiðuni eru 200.636,7 tons svartkjaftur.
ES-londini eiga 19.724,1 tons, meðan onnur lond eiga 205.649,5 tons. Russar hava fiskað mest í føroyskum sjógvi, og teirra skip hava fingið 89.307,3 tons. Næstir teimum eru íslendingar við 69.300 tonsum, og norðmenn hava fingið 46965,9 tons í føroyskum sjógvi í ár.