Íslendingar skjóta ikki fleiri stórhvalir

Íslendska stjórnin hevur staðgað hvalaveiðini, tí áhugin fyri tvøsti er ov lítil Ætlanin var, at teir íslendsku hvalabátarnir skuldu skjóta nakrar stórhvalir til vinnuligt endamál aftan á 1. september, men stjórnin hevur gjørt av, at hon fer ikki at lata fleiri kvotur, tí tað er ov lítil áhugi fyri tvøstinum.

Íslendingar plaga at selja nógv stórhvalatvøst til Japan, men marknaðurin har hevur ikki verið so góður í ár, sigur íslendska útvarpið. Tí hevur Einar Guðfinsson, fiskimálaráðharri, gjørt av at steðga veiðini.

Teir, sum eiga hvalabátarnar, eru misnøgdir við avgerðina. Teir vísa á, at einki stórhvalatvøst er á marknaðinum, og tí ber ikki til at siga, um áhugi er fyri tvøsti ella ikki.