Íslendingar selja øsku av landinum

Meðan tey flestu ilskast inn á øskuna úr Eyjafjallajøkli, hevur íslendingurin Sølvi Gústavsson úr at gera við at selja útlendingum øsku. Hann hevur fingið hugskotið at koyra øsku í gløs og at selja hana av landinum, og øskan gongur sum heitt breyð. 160 gram av øsku eru í hvørjum glasi, og prísurin er um 100 krónur.

Sølvi Gústavsson, sum stendur á odda fyri íslendska internethandlinum Nammi, sigur við norska Dagbladet, at eftirspurningurin eftir øsku í gløsum hevur verið nógv størri, enn hann roknaði við.

-Vit hava keyparar allastaðni so sum í Avstralia, USA, Týsklandi, Finnlandi og Noregi. Jú, hetta er sera væl umtókt, sigur tann íslendski øskuseljarin.

Hann fær ikki pengarnar sjálvur, tí teir letur hann felagsskapinum ICE-SAR, sum saman við løgregluni stendur fyri at arbeiðinum at beina burtur øskuna, sum er komin úr gosinum.