Íslendingar fiska nógv minni í ár

Íslendsk skip fiskaðu 28 prosent minni í síðsta mánað enn í apríl í 2008 Íslendsk skip fiskaðu 93.240 tons í apríl mánað, og tað var 28 prosent minni enn í sama mánað í fjør, tá skipini fiskaðu 130.243 tons, skrivar Morgunblaðið.

Skipini fingu minni av botnfiski og uppisjóvarfiski, meðan meiri kom upp á land skelja- og krabbadjórum.

Botnfiskanøgdin í apríl var 40.155 tons ella 10.000 tons minni enn í apríl í fjør. Av teimum 40.155 tonsum vóru 16.300 tons av toski, sum var at kalla tað sama sum í apríl í fjør. Harafturímóti minkaði hýsuveiðan úr 11.850 tonsum í apríl í 2008 í 5.100 tons í apríl í ár.

Uppisjóvarskipini fingu 53.440 tons í síðsta mánað ímóti 77.500 tonsum í apríl í fjør.