Roknað verður við, at tað verða færri ráðharrar í nýggju stjórnini, enn tað higartil hava verið Sambært íslendskum fjølmiðlum verður nýggj stjórn skipað í Íslandi seinnapartin í dag. Tað eru Samfylkingin og Vinstri Grønu (VG), sum seinnapartin fara at boða forsetanum, Ólavi Ragnar Grimsson, frá, at hesir flokkarnir halda fram í stjórnarsamstarvi. Fyrst fer stjórnin, sum seinastu mánaðirnar hevur sitið, at biðja farvæl hjá forsetanum, og síðani fer nýggja stjórnin út á Bessastaðir at heilsa upp á forsetan.
Jóhanna Sigurðardóttir heldur fram sum forsætismálaráðharri, og Steingrímur J. Sigfússon heldur fram sum fíggjarmálaráðharri. Roknað verður við, at færri ráðharrar fara at verða í nýggju stjórnini, enn tað vóru í teirri gomlu. Tað kemst av, at ídnaðarmál, landbúnaðarmál og sjóvinnumál nú verða savnað í einum ráði.
Samgonguskjalið sigur, at málið er at endurreisa íslendska samfelagið úr djúpu kreppuni, serliga vinnulívið og bankakervið. Og so er tað spurningurin um ES, sum flokkarnir higartil ikki hava verið samdir um.
Stjórnin hevur 34 av 63 tingmonnum aftanfyri seg. Samfylkingin hevur 20 og VG 14 tingmenn.