Slatrar ikki um Grønland

- Filmurin er mín søga og ikki ein slatrisøga um Grønland, sigur filmsleikstjórin Anne Wivel í viðmerking til nógv umrøddu døpru brotini í filminum "Menneskens land"

 

Í gjár bjóðaði filmsvikan í Norðurlandhúsinum nógv umrødda filmin um Grønland, "Menneskenes land", sum leiksjórin Anne Wivel gjørdi fyri tveimum árum síðani. Longu tá var Anne Wivel greið yvir, at evnið var viðbrekið, og tí kom nógva kjakið um filmin ikki so óvart á hana. Serliga vóru tað brotini í filminum um misnýtslu, rúsevnistrupulleikar og forfjóðnaðu langnurnar Norður Grønlandi, sum fingu ummælarar og onnur at fýlast á, hvørji ørindini hjá leikstjóranum vóru við filminum.

Sjálv hevur Anne Wivel ongantíð givið fatan av, at "Menneskenes land" er ein objektivur filmur um Grønland. Tvørturímóti.

- Hetta er mín egni heilt subjektivi filmur um eitt fólk og eitt land, sum eg havi verið sera hugtikin av, síðani eg var heilt ung, og sum eg havi havt høvi at vitja fleiri ferðir. Eg vil fegin vera ein góður gestur, og góðir gestir fara ikki út og slatra og fortelja óndar søgur, um fólk, tey hava vitjað, sigur leikstjórin. 



Dapra søgan

Anne Wivel skilur kortini væl, at smá samfeløg eru á varðhaldi, tá onkur útifrá varpar ljós á døpru síðurnar av teirra lívi. Tí valdi hon eisini, í hesum partinum av filminum, at fylgja einum sálarfrøðingi, sum starvaðist í Norður Grønlandi, í royndini at lýsa sosialu trupulleikarnar har.

Í filminum fáa vit innlit í hesar trupulleikar við at hoyra sálarfrøðingin tosa frágreiðingar um sínar sjúklingar inn á band. Á tann hátt hoyra vit um deyðadrukkin fólk, sum liggja fráfallin í kavanum, um tunglyndi og barnamisnýtslu. Brotini eru klipt saman á ein hátt, so talan ikki verður um sjúklingarsøgur hjá einstaklingum, men meir um eina myrka síðu av lítla samfelagnum.

- Undirtónin í hesum partinum av filminum er, at hetta er ein staðfesting av eini søgu, sum vit øll vildu ynskt, var øðrvísi. Men tað verður hon ikki, um vit lata eyguni aftur fyri henni, sigur Anne Wivel og leggur afturat.

- Grønlendingar skulu á ongan hátt finna seg í at verða krenkaðir. Hinvegin hevði tað nokk verið gott, um teir vóru minni illgrunasamir, tí tað ger tað trupult at skapa ein gevandi dialog um grønlendska samfelagið. Júst ynskið um at skapa ein dialog hevur verið eitt av endamálinum við filminum, sigur Anne Wivel, sum eisini heldur, at tað er eydnast.

- Sum heild varð filmurin væl móttikin - serliga millum ungar grønlendingar, sum ikki aftra seg við sjálvir at seta orð á trupulleikarnir í grønlendska samfelaganum. Tá tú lurtar eftir tónleikinum hjá ungum grønlendingum, fært tú veruliga eina kenslu av, at nakað nýtt er á veg. 



Millum modernitet og magi

Skiftið frá tí gamla til eitt nýtt Grønland rennur sum ein reyður tráður gjøgnum filmin, har eitt tað fremsta endamálið hjá leikstjóranum er at gera upp við vanligu klichéirnar um Grønland og grønlendingar.

- Vit eru eftirhondini so von við svørt/hvítu ímyndirnar av Grønlandi sum antin neyð og elendigheit ella stórsligin náttúra. Eg vildi vita, hvussu lívið harímillum verður livað - hvat goymir seg millum modernitet og magi. Í so máta er hetta ein rættiliga kompleksur filmur. Tað fær illa verið øðrvísið, tá tú roynir at siga søguna um eitt so komplekst land., sigur Anne Wivel, sum ikki heldur, at ein journalistiskur dokumentarur hevði kunnað víst eina meir sanna mynd.

- Journalistiskir dokumentarar av slíkum slag hava ofta lyndi til gera í so skjótar samanlippingar av mótstríðandi sjónarmiðum, sum enda við at at skapa eina heldur einfalda mynd. Mín filmur er ikki bygdur upp kring ymsar meiningar um Grønland, tí tær hava vit longu ríkiligt av. Eg havi heldur roynt at skapa ein meir lyriskan film á ein hátt, so søgan kennist viðkomandi hjá hyggjaranum, sigur Anne Wivel, sum eisni vónar, at filmurin kann geva íblástur til nýggjar og øðrvísi vinklar á grønlendska samfelagið.

- Eg vóni eisini, at grønlendingar skjótt sjálvir fara at gera filmar um sítt land - teir vera eisini uttan iva klókari enn mín, sigur leikstjórin.

Filmurin "Menneskenes land" vann Robert virðislønina fyri besta dokumentar í 2007.