Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, slapp við skrekkinum, tá Tjóðveldisflokkurin fríggjakvøldið gav honum eina sera álvarsama átalu.
Orsøkin til átaluna er atburðurin hjá Tórbjørn Jacobsen í farnu viku, tá hann í samrøðu við Sosialin skýrdi løgmann at vera danskan leigusvein og at hava fleiri lík í lastini. Tá blaðið var komið út á gøtuna sendi Tórbjørn Jacobsen út tíðindaskriv, har hann boðaði frá, at hann ikki hevði sagt hetta í samrøðuni við Sosialin. Men samrøðan var tikin upp á band, og tí kundi blaðið prógva útsagnirnar.
Tveir møguleikar
Hetta metti Tjóðveldisflokkurin vera sera álvarsamt, og tók tí málið til viðgerðar í størsta álvara. Flokkurin hevði tveir møguleikar. Annar var at taka landsstýrissessin frá Tórbjørn Jacobsen ella at geva honum eina ógvuliga álvarsama átalu.
Eftir drúgvar fundir kom Tjóðveldisflokkurin til ta niðurstøðu, at Tórbjørn Jacobsen skuldi fáa eina álvarsama átalu og boð um, at slík framferð ikki kann góðtakast.
Tjóðveldisflokkurin metir málið hava avleiðingar fyri álitið á flokkin, landsstýrismannin, samgongustevið og landsstýrisarbeiðið sum heild. Tí hevur flokkurin eisini gjørt landsstýrismanninum greitt, at um hann ikki heldur sítt lyfti um avgerandi broytingar í framferðarhátti sínum, eigur tað umgangandi at fáa avleiðingar fyri landsstýrissessin.
Biður um umbering
Tórbjørn Jacobsen hevur sent út eitt tíðindaskriv, har hann sigur seg persónliga taka treytaleysa ábyrgd av tí, sum er hent.
? Hetta má og eigur ikki at koma fyri hjá einum landsstýrismanni. Eg kann bert umbera mótvegis øllum teimum, sum hetta hevur rakt. Ikki minst teimum, ið hava stuðla mær og flokkinum, sigur Tórbjørn Jacobsen millum annað í tíðindaskrivinum.
Tórbjørn Jacobsen ásannar, at tað er ógvuliga krevjandi at gera sær royndir í politisku skipanini og hartil at læra seg rættar politiskar samstarvshættir í mun til tað starv og tað umhvørvið, hann hevur ferðast í síðani hann var ungur.
Men landsstýrismaðurin sigur seg ætla at royna at læra av sínum mistaki og royna ar brýna sínar kantar, so hann kann fremja skilagóðar politiskar avgerðir.










