Slapp væl frá óhappi

Alt bendir á, at bilførarin slapp sera væl frá ferðsluóhappinum, sum var sunnan fyri Sund í kvøld

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tey klokkan 18.26 fingu boð um, at ein bilur var farin út av vegnum nakað sunnan fyri Sund. Talan var um bil, sum koyrdi suðureftir, og onkursvegna var hann farin út av omanfyri vegin.

 

- Vit sendu alt fyri eitt fólk umframt sjúkrabil, klippibil og kranabil á staðið, tí vit vistu ikki, hvussu støðan var. Tá tey komu á staðið vísti tað seg, at onnur høvdu fingið mannin úr bilinum. Hann varð koyrdur við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, sigur vakthavandi.

 

Eina góða løtu var ferðslan tarnað av óhappinum, og tað bar við sær, at bilrøðin stóð mest sum út í eitt báðumegin Sund.