Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tað aftur gjørdist hált í støðum í gjárkvøldið.
Hetta fekk ein bilførari, sum var á veg um Gøtueiði, at sanna. Her misti førarin tamarhaldið á bilinum og fór út av vegnum.
- Bilurin fór runt, og at síggja til var hann farin runt nakrar ferðir, men tíbetur slapp bilførarin eftir øllum at døma rímiiga væl frá óhappinum.
Soleiðis, sum vaktleiðarin hevur skilt, var ikki líkt til, at bilførarin, sum varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, hevði fingið varandi mein.
- Tá løgregla og bjargingarlið komu á staðið, lá bilurin á takinum, sigur vaktleiðarin, sum leggur aftrat, at førarin var einsamallur í bilinum.