Ein maður slapp rættiliga væl burtur úr at leggja á ein duravør í einum vertshúsi í Havn eina náttina í heyst.
Hann hevði tikið um hálsin á duravørinum og sligið hann við knýttum neva í andlitið.
Hann hevði eisini hótt duravørum við at biða henn endiliga koma í ársveitslu hjá EB/Streymi, tí so skuldu teir knúsa hann sundur.
Maðurin varð ákærdur fyri harðskap og hóttanir, men hann segðiu, at hann hevði verið etandi skít og minnist onki.
Hann varð dømdur sekur og fekk 40 daga fongsulsrevsing.
Í sambandi við harðskap er tað skerpandi umstøður um so er, at harðskapur verður framdur ímóti fólki, sum eru í serligum vanda fyri at verða rakt av harðskapi, eitt nú duravørum, barrvørum os.fr.
Men í hesum føri var eitt heilt serligt undantak gjørt.
Tað komast av, at lítil ongin skaði var hendur og at viðurskiftini hjá skuldsetta manninum annars vóru góð.
Samstundis hevur duravørðurin greitt rættinum frá, at hann tók ikki hóttanina serliga alvorligt.
Tí gjørdi rætturin av, at dómurin skuldi vera treytaður.
Tað merkir, at ger maðurin onki revsivert hesi bæði næstu árini, sleppur hann undan at sita.