Slapp ikki í skúla

Hósdagin fekk Hannvør Johansen boð frá Almannastovuni um, at stuðulsfólkið hjá soninum ikki verður sett í starv aftur. Tí slapp John Heri ikki í skúla í gjár, og mamman veit ikki, hvat nú kemur at henda

 

Í gjár byrjaði skúlagongdin aftur kring landið. Summi børn eru ivaleyst óhugalig, nú tey skulu byrja aftur, men ein drongur, sum so fegin vildi sleppa í skúla í gjár, slapp ikki.

Tað er John Heri Johansen í Klaksvík, sum skuldi byrja í 6. flokki í skúlanum við Ósánna.

Í farnu viku greiddi mamma hansara, Hannvør, frá støðuni, sum tey eru í og hava verið í, síðani tey fluttu til Føroya fyri nøkrum árum síðani.

John Heri er spastikari, og hann hevur tí brúk fyri praktiskari hjálp, tá hann er í skúla. Hesa hjálp hevur hann fingið frá Almannastovuni, men hon er nú steðgað.

Stuðulsfólkið, sum hevur veitt John Hera hjálp við skúlagongdini seinastu tvey árini, er sagt úr starvið, og stuðulin er steðgaður.


Langt stríð

Hannvør Johansen hevur enn einaferð í summarferiuni stríðst við at fingið stuðulsfólk til sonin, men hetta hevur ikki eydnast.

Hósdagin fekk hon boð frá Almannastovuni um, at tann stuðulin, sum John Heri hevði fingið til skúlagongd síðani 1999, var endaliga steðgaður.

? Almannastovan er av tí fatan, at Almannastovan ikki hevur heimild til at veita stuðul í skúlanum, og tí er avgjørt, ikki framhaldandi at veita John Heri stuðul til praktiskar uppgávur í skúlatíðini, vóru boðini, sum Hannvør fekk í brævinum.

Almannastovan hevur saman við Sernámsdeplinum roynt at fingið Mentamálastýrið at taka yvir stuðulin til John Hera, men tað er ikki eydnast. Tvey skriv eru send til Mentamálastýrið, men svar er ikki komið.


Sat eftir heima

Hannvør Johansen og sonurin vóru heima fyrrpartin í gjár, tá onnur fóru í skúla.

? John hevur verið í hesi støðuni fyrr, men hann er keddur av tí, og hann spyr, hvussu verður við bókunum og so víðari, sigur Hannvør.

? Eg veit ikki, hvat nú kemur at henda. John kann ikki fara í skúla uttan stuðul, men eingin vil veita hendan stuðul. Eg havi stríðst við nógvar almennar stovnar, men tað kemur einki burturúr, sigur hon.

Landsstýrismaðurin við almannamálum hevur sett í gongd eina kanning av stuðulsfólkaøkinum, sum hann kallar ein hurlivasi, men hendan kanning hjálpir ikki í verandi løtu Hannvør og soni hennara.

Tey sita heima og vóna, at ein loysn kann finnast, so John Heri sleppur aftur í skúla.