Sigast má at Tróndur Patursson hevur havt misjavna undirtøku í Stavanger. Hóast bingjan hevur verið væl vitjað, so hevur listamaðurin ikki havt somu eydnu. Týskvøldið varð Tróndi noktað atgongd til eina barr, tí norðmenn ræddust stóra skeggið. Teir hildu kenda føroyska listamannin vera eitt gøtustrok.










