Slangan, sum lesarin sær á myndini, hevur tvey væl virkandi høvd við hvør sínum heila. Hon er hin einasta í heiminum av sínum slag. Hetta er ein albinoslanga, sum hevur fingið navnið Mince. Slangan gongur í einum djóragarði í ukrainska býnum Jalta.
Tað skrivar heimasíðan hjá dagbladet.no í kvøld, sum hevur tíðindini úr International Business Times.
Ein onnur slanga við tveimum høvdum er kend í Týsklandi. Hetta er ein sonevnd kongapyton, men Mince er serstøk, tí hon hevur pigmenttrot.
Mince er upprunaliga úr Sveits, men fer nú at liva restina av sínum lívi í ukrainska svartahavsbýnum, Jalta.
Við tveimum høvdum kann Mince eisini bíta við tveimum kjaftum, men eiturið í albinoslangum, sum liva í Norðurameriku, er ikki vandamikið fyri menniskju.










