Um nakrar fáar vikur verður íslendska ríkið hotelleigari. Jyllandsposturin skrivar, at íslendska ríkið skal yvirtaka tað kenda marglætishotellið D´Angleterre á Kongens Nytorv í Keypmannahavn.
Íslendska felagið Nordic Partners, sum keypti hotellið í 2007, hevur tingast við avtøkunevndina hjá Landsbankanum, og formaðurin í nevndini, Páll Benediktsson, sigur við Jyllandspostin, at bankin fer at yvirtaka hotellið um stutta tíð.
Hann leggur afturat, at hvørki Landsbankinn ella avtøkufelagið ætla sær at reka hotell, og tí verður tað selt.