Ísland stendur sterkari í trætuni um makrelin

Kanningar hjá íslendska havrannsóknarstovninum hava víst, at tað er nógvur makrelur í íslendskum sjógvi í summar og ikki minni enn í fjør og fyrraárið. Stjórin í íslendska reiðarafelagnum, Friðrik J. Arngrímsson (myndin), er fegin um niðurstøðuna.

-Hetta eru góð tíðindi, tí hetta styrkir støðu Íslands í komandi samráðingum við ES, Noreg, Føroyar og Russland um, hvussu stovnurin skal gagnnýtast, segði Friðrik J. Arngrímsson í samrøðu við ríkisútvarpið í dag.

Stjórin í reiðarafelagnum sigur, at kanningarnar vísa, at makrelur er vorðin støðufiskur í íslendskum sjógvi, og at hetta kemur Íslandi væl við í komandi samráðingum. Hann leggur afturat, at helst eru umleið 1,1 millión tons av makreli í íslendskum sjógvi, og harafturat vísa kanningar, at stovnurin tyngnar eini 600.000 tons, meðan hann er har, sigur íslendski reiðarastjórin við RÚV.