Tað var ein ferðafólkabussur við um hálvthundrað kinesiskum ferðafólkum, sum fór út av vegnum eftir samanstoyt við ein persónbil á Suðurlandsvegnum, einar seks kilometrar vestan fyri Kirkjubæjarklaustrið.
Vanlukkan hendi, tá ein persónbilur við tveimum litavum skuldi snara inn á eitt útsýnisstað vestan fyri Hunkubakka. Ferðafólkbussurin rendi upp í persónbilin, fór út á vegnum og koppaði á síðuna.
Tyrlur hava flutt 33 av teimum 44 fólkunum, sum vóru í bussinum, á sjúkrahús í Reykjavík og eitt teirra hevur latið lív. Teir báðir litavarnir í persónbilinum sluppu óskalaðir frá hendingini.
Vanlukkan elvdi til, at íslendski blóðbankin sóknaðist eftir donorum við blóðtypu 0, og nógvir íslendingar hava verið og latið blóð í dag. 0 er neyðarblóð, ið kann brúkast at lata fólki, áðrenn greitt er, hvørja blóðtypu tey hava.










