Jürgen Klopp, høvuðsvenjari hjá Liverpool dylur ikki hvørjar fyrimyndarnir eru hjá honum, nú hann skal royna at fáa Liverpool fram í oddin í Premier League aftur.
- Ísland, Wales og Portugal í EM-endaspælinum, og Leicester City farna kappingarár vísa, at arbeiðsviljin hjá einum liði kan verða sera týdningarmikil, sigur Jürgen Klopp, høvuðsvenjari hjá Liverpool. Og hann vil ógvuliga fegin hava hendan arbeiðsviljan at galda á Anfield í Liverpool.
- Um tú vilt hava eitt prógv fyri teir ymisku hættirnir fótbóltur riggar, so skalt tú bara hyggja eftir EM-endaspælinum. Har vóru framúr dømi um hvat fótbóltur í veruleikanum er. um at byggja eitt lið, og skapa eitt samanhald millum liðið, fjeppararnar og heil lond. Tá Ísland spældi, og tá Wales spældi vóru tað bestu dømini um hvussu fótbóltur kann rigga. Sjálvir mugu vit byggja upp eitt serligt samanhald, sigur Jürgen Klopp.
Jürgen Klopp er bjartskygdur, men samstundis realistiskur. Hann ynskir at styrkja hópin hjá Liverpool til at taka dystin upp við hini stóru liðini í Premier League, og partur av hesum er eitt sterkt samanhald millum spælararnar, og mongu fjeppararnir hjá Liverpool.