Ísland og Kroatia kunnu fáa liaskap í ES sama dag, men tað krevur, at tann íslendska stjórnin má kvika sær við fyrireikingunum. Tað sigur kommiserurin Olli Rehn, sum hevur við umsóknir frá øðrum londum at gera.
Tað er møguligt, at ES-nevndin fer at gera sína meting av Íslandi sum umsøkjara seinni í ár, og tann metingin verður so latin ríkis- og stjórnarleiðarunum at taka støðu eftir.
Svøríki hevur í løtuni formansskapin í ES, og svenskar keldur hava sagt, at tað er ov tíðliga at siga, um íslendska umsóknin kemur fyri á toppfundinum í desember.
Íslendsk bløð skrivaðu í gjár, at stjórnin er næstan liðug at svara spurningunum, sum hon herfyri frá frá ES í sambandi við umsóknina um limaskap.