Ísland lán úr Póllandi

Ísland fekk í gjár endaliga tilsøgn um at læna 150 milliónir evrur ella 1,1 milliard krónur frá polsku stjórnini. Londini hava tingast eina tíð um lánið og samdust endaliga, tá íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrimur J. Sigfússon, og polski starvsbróður hansara, Jan Vincent-Rostowski, vóru á fundi í altjóða gjaldoyragrunninum IMF í gjár.

Eftir semjuni skulu íslendingar rinda póllendingum lánið aftur eftir tíggju árum.

Frammanundan hevur IMF lænt íslendsku stjórnini 10 milliardir krónur, men enn hava íslendingar bara fingið helmingin av láninum.