Íslandi er eitt av londunum, sum er rættiliga illa rakt av altjóða fíggjarkreppuni. Bara í gjár lækkaði krónan omanfyri 3 %, og mangt bendir á, at hetta ikki er seinasta lækkingin í hesum umfarinum.
Fólk her í Íslandi eru sum vituligt ørkymlað av gongdini, tí sum nú er missur peningurin skjótt virði, eins og tey lánini, sum fólk hava tikið tey seinastu árini, eru vaksin sera nógv.
Hinvegin eru tað tey sum eru meiri realistisk, og duga at síggja at støðan er álvarsom, men kortini ikki so álvarsom at tað ikki ber til at venda gongdini.
Fyrradagin varð Altingið sett og í gjárkvøldið skuldi forsætisráðharrin halda eina talu til fólkið, fyri at gera greitt, hvat kann gerast til at venda støðuni.
Summir politikkarar og serfrøðingar vænta, at kreppan er álvarsom og verður verri ta komandi tíðina. Men um eini tvey ár, vænta tey bjartskygdu at vend er komin í.
Ì dag er nógvar byggiætlanit í Reykjavík, men spurningurin sum fólk seta sær, er hvussu nógvar teirra verða fullførdar!