Sitandi miðvinstra stjórnin í Íslandi vann valið so ruddiliga, at stjórnin uttan víðari kann halda fram, um stjórnarflokkarnir væl at merkja kunnu semjast um eina stjórnarskrá. Tá Samfylkingin og Vinstrigrønu tóku yvir stjórnarvaldið tók formaður teirra Vinstrigrønu nakað soleiðis til: í dag flytur neoliberalisman út úr forsætismálaráðnum. Rámandi sagt, tí fá lond í heiminum hava verið stýrd eftir so liberalistiskum meginreglum og fá lond munnu kenna sviðan so dyggiliga av hesi ideologi sum frændatjóðin fyri vestan hav.
Neoliberalisman kom sum eitt óløgi við Reagan og Thatcher, sum loystu allar marknaðarkreftir úr teymum og lótu upp fyri eini mentan, ið setti sjálvsøkni í hásæti. Í USA var hendan bylgjan fyribils steðgað undir Clinton, men vendi hvaðna verri aftur við Bush fyrisitingini, ið tók burtur alt eftirlit og allar forðingar fyri ótálmaðari spekultatión og jobbing í banka- og peningastovnskervinum. Í Bretlandi tók skeiðið við Blair nakað av megini úr hesi bylgju men minni enn so alla og tískil varð Bretland eins og USA rakt við ræðuligari megi av kreppuni, tá hon brast á.
Ísland við sínum konservativu stjórnum fylgdi hesi bylgjuni, ið byrjaði við stórum einskiljingum av almennum bankum og fyritøkum. Eftir bert fáum árum løgdu íslendskar fyritøkur heimin undir seg. Tað tóktist bert ganga betri og betri og skjótari og skjótari, til knappliga amerikanska skrædlið sum eitt ræðuligt omanlop tók grannatjóðina við sær í fíggjarliga dýpið.
Føroyingar, sum við vaksandi undran í áravís, høvdu eygleitt íslendska fíggjar- og búskaparævintýrið, gjørdust djúpt skelkaðir. Fólk fegnaðust um avgerð løgtingsins og landsstýrisins at veita Íslandi 300 milliónir kr. í lagaligum almennum láni og eingin skal ivast í, at kenslur okkara fyri íslendingum eru ektaðar, og øll ynskja og vóna vit, at vend fer at koma í og at tað aftur fer at ganga rætta vegin. Í hesum sambandi ivast vit heldur ikki í, at íslendska tjóðin við áræði og dirvi reisir seg aftur. Stórir politiskir spurningar eru fyri framman. Fíggjar- og búskaparkreppan er ikki loyst, IMF setir stór krøv til fíggjarpolitikkin og menniskjansligi kostnaðurin av endurresingini verður dýrur. ES limaskapur er aktuellur, men ikki er full semja um hetta mál. Nógv bendir tó á, at semja verður og at Ísland sostatt fær evruna sum gjaldoyra um nøkur ár. Hetta merkir, at avgerð Íslands eisini viðkemur okkum, tí íslendskur limaskapur ávirkar okkara marknaðarstøðu, og vit mugu tískil eisini gera av, hvussu tilknýti til ES skal verða.
Nýggja íslendska stjórnin stendur framman fyri stórum politiskum, búskaparligum og sosialum trupulleikum, sum fara at krevja tungar avgerðir. Alt bendir á, at komandi stjórnin, sum ímyndar eitt nýtt politiskt rák í heiminum, hevur megina til at reka tann neyðuga politikkin og fer at megna at sigla íslendsku samfelagsskútuna uppundan aftur.
Sosialurin