Fyri fáum árum síðani var Slagelse sterkasta hondbóltsfelag í europeiskum kvinnuhondbólti. Í dag kann felagið fara á heysin. Slagelse hevur havt tað trupult, síðani Anja Andersen fór úr felagnum, og nú eru fíggjarligu trupulleikarnir so stórir, at felagið er kravt á húsagang. Seinasta freist at bjarga felagnum er klokkan 18.00 í kvøld.










