Um middagsleitið mánadagin kom Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við umleið 1350 tonsum av svartkjafti, sum Varðin Pelagic keypir til matna.
Havsbrún í Fuglafirði veit nú at siga, at Slættaberg eisini er farin at sigla við umleið 1350 tonsum av svartkjafti.
Á heimasíðuni www.havsbrun.fo verður einki sagt um, hvør hevur keypt lastina hjá Slættabergi, ei heldur, hvar lastin verður løgd upp.
In.fo væntar, at tá Havsbrún ber tíðindini, verður lastin hjá Slættabergi løgd upp í Fuglafirði, har móttøka er til bæði ídnaðarfisk og matfisk.
Viðheftu mynd av Slættabergi hjá JFK-Troli eigur Norðlýsið.










