Framsýningin ?Mín gerandisdagur? hjá Áslu Rannvá Svensson letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 3. desember. Talan er um eina framsýning við 25 nýggjum málningum. Ásla Rannvá sigur, at málningarnir hava alskyns litir, har tað mesta av íblástrinum til litirnar kemur frá hennara gerandisdegi, har hon er umringað av blómum. Hon er í læru sum blómubindari í blómuhaldlinum Akkuleya.
Síðan eg byrjaði at arbeiða við blómum, hevur tað ført við sær, at eg betri tori at arbeiða við nógvum litum, har eg kanska fyrr havi hildið meg eitt sindur aftur. Men enn vendi eg ofta aftur til mín yndislit, sum er blátt, sigur hon.
Hóast hon seinastu 10 árini hevur havt fleiri framsýningar, er hetta hennara er fyrsta framsýning í ár, undantikið Ólavsøkuframsýnigina. Framsýningin er opin fríggjadagin kl. 16-18, leygardagin frá kl. 12-19, sunnudagin frá kl. 14-19 og mánadagin frá kl. 13-19.










