Maðurin, sum drap trý og særdi tvey grønlendsku bygdini Nutaarmiut, framdi illgerðina við tey við at sláa tey í høvdið. Tað sigur løgreglan, sum hinvegin ikki dugir at siga, hví maðurin gjørdi, sum hann gjørdi.
Tey trý, sum doyðu, eru tvær 75 og 31 ára gamlar kvinnur og ein átta ára gomul genta. Tær eru í familju. Tey særdu eru tveir menn, sum eru ávikavist 32 og 81 ár. Teir eru fluttir á sjúkrahús í Nuuk, men verða ætlandi fluttir á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn í kvøld. Løgreglan sigur, at tað stendur um lív hjá tí eldra manninum.
Grønlendska løgreglan vil vera við, at tann 22 ára gamli álopsmaðurin royndi eisini at drepa eina 24 ára gamla kvinnu og eitt tvey ára gamalt barn. Tey sluppu óskalað frá hendingini.
Kriminalteknikarar hjá donsku løgregluni eru nú á veg til Grønlands at hjálpa løgregluni har við kanningunum. Drápsmaðurin var í dag til grundlógaravhoyring í Upernavik.