- Hann hevur latið loynilig skjøl liggja frammi á einum ótryggum stað, og tað er ein álvarsamt mistak, sigur forsætisráðharrin, Stephen Harper. Uttanríkisráðharrin hevur verið undir stórum trýsti, síðani tað kom fram, at ein av hansara fyrrverandi unnustum hevur hvat tilknýti til Hells Angels umhvørvi. Tá ið hendan kvinnan so eisini vísti á, at uttanríkisráðharrin hevði sløsað við loyniligum skjølum, fór Harper úr starvinum.