Slíkt tekur tíð, Bjørk gjørdist heldur ikki kend frá degi til dag

Skal føroysk mentan gera seg galdandi í Bretlandi, krevst sambært royndari umboðskvinnu hart arbeiði og stórt tol.

Funky Faroe Islands

Íslenska Anna Hildur Hildibrandsdóttir hevur tikið sær av tónleikapartinum av At Fóta Sær í London. Hennara royndir og stóra netverk eru avgerandi fyri, at skráin fyri ráðstevnuna er vorðin somikið spennandi, og við hennara sambondum við fjølmiðlarnar og tónleikaídnaðin  í Bretlandi, eru nógvar dyr gloppaðar.
Anna Hildur Hildibrandsdóttir hevur seinastu 3 árini arbeitt við sølufremjandi arbeiði í Bretlandi fyri háttvirda og stóra íslendska festivalin Iceland Airwaves, og seinasta árið hevur hon eisini tikið sær av Skandinaviska marknaðinum. Hetta arbeiðið gongur sera væl, og áhugin fyri festivalinum er stórur, sigur Anna Hildur.
Seinastu tíðina hevur hon so hjálpt til við fyriskipanini av hesi føroysku ráðstevuni, og hon leggur ikki skjól á, at hetta er arbeiði, ið henni hevur dámt.
- Eg var á fyrsta sinni í Føroyum í summar, har upplivdi eg m.a. G! Festivalin og kundi gleðast um stóra vøksturin í føroyskum tónleiki, greiðir Anna Hildur frá.
Hon heldur, at hetta tiltakið í London er eitt týdningarmikið stig og vísir,  at Menningarstovan hevur fingið eyguni upp fyri, at ídnaður er annað enn bara fiskur. Hon heldur, at Kjartan Kristiansen og Annleyg Lamhauge áttu at fingið eitt herðaklapp fyri fyriskipanina av hesum tiltaki.
Bretski marknaðurin er somikið stórur, at gjøgnumbrot á honum hevði havt sera stóran týdning fyri listafólkið.
Samstundis minnir Anna Hildur á, at tú kundi ikki vænta at fáa gjøgnumbrot á bretska ella altjóða marknaðinum frá degi til dag. Íslendsku nøvnini, ið hava fingið gjøgnumbrot í Bretlandi: Bjørk og Sigur Rós hava arbeitt hart og leingi fyri hesum, t.d. brúktu Sigur Rós 8 ár við hesum arbeiðið, áðrenn teir gjørdust kendir í Bretlandi. Eisini Bjørk brúkti nógv ár, m.a. í Sugarcubes. Føroysk listafólk eiga at skilja, at hetta krevur stórt arbeiði.
- Tingini koyra munandi seinni í London. Tað sum tekur 5 minuttir í Føroyum og Íslandi tekur 1 ár í London. Alt er so stórt, at tú brúkar eina øgiliga tíð, segði Anna Hildur Hildibrandsdóttir.