Brunatrygd
Sandavági:Sløkkiliðsbilurin hjá Miðvágs og Sandavágs kommunum er komin til landið. Hann verður vístur fram seinnapartin.
Nýggi sløkkiliðsbilurin er ein framkomin Ford 550 við V8 motori og einum 260-270 hestakreftum. Hann hevur tveir tangar. Ein, sum rúmar 2.000 litrum av vatni, og ein, sum tekur 90 litrar av skúmi. Á takinum hevur hann tríbýttan stiga og lýkur annars øll krøv, sum brunalógin ásetir, greiðir Dagfinn Petersen, brandmeistari í Miðvágs- Sandavágs Sløkkiliði, frá.
Bilurin kostar 1,2 mió. krónur, sum verða býttar soleiðis, at partafelagið Vágatunnilin rindar 650.000,- krónur, og kommunurnar báðar Miðvágur og Sandagávur býta hinar 550.000, - ímillum sín.
Hóast navnið og sniðið er amerikanskt, er bilurin gjørdur í Danmark. Ringe Karrosseri á Fyn hevur bygt bilin, og fólk haðani fara eisini at sýna hann fram í Sandavági hósdagin. Tann framsýningin er fyrst og fremst ætlað møguligum kundum so sum kommunum og sløkkiliðum, verður sagt úr Vágum.
Vágafólk og onnur áhugað annars, fáa seinnapartin í dag høvi at síggja bilin á havnarlagnum við Trolhúsið í Miðvági, har Miðvágs og Sandavágs kommunur skipa fyri móttøku.










