Í kvøld klokkan 17.30 var ein størri venjing við Leirvíksvegin og Kambsdal.
Tað vóru sløkkiliðini Fuglafjørður, Leirvík/Gøta, Klaksvík og Skálafjarða Sløkkilið, sum skipaðu fyri venjingini. Við vóru eisini bjargingarfelagið í Klaksvík og tyrlan.
»Vanukkan« var, at ein størri bussur og bilar vóru við í óhappinum, og rættuliga nógvar uppgávur vóru at loysa.
Endamálið var at styrkja samstarvið og venja leiðslupartin á einum størri skaðastaði, handfaringin av skaddum persónum og leiting.
Tyrlan fann skjótt persónarnar við hitasøkjandi tólinum teir hava.
Eisini var tjaldið, sum bjargingarfelagið í Vágunum hevur sett upp. Bjargingarfólk út Vágunum og Klaksvík reistu tjaldið. Tyrlan hjálpti til við flutningi, og tók tað heilt stutt tíð at seta tjaldið upp, og var brúkt sum savningarpláss.
Tað vóru rættuliga nógv statistar við, men skjótt gekk at fáa hesi klár til flutning. Fólki varð fingið undan bussinum við lyftipútum og við hjálp og vegleiðing frá kønum fólki var átakið liðugt eftir tveimum tímum.
Eftir eina væleydnaða venjing, var tikið samanum á Leirvíksvegnum, har tey á leið 100 fólkini fingu heita suppu.